Á middegi verður lutakastið til fyrstu útgávuna av UEFA Women’s Nations League kappingini, har mótstøðuliðini til dystirnar í heyst verða funnin


Fyrsta almenna uppgávan hjá Signe Pries Andersen sum føroyskur landsliðsvenjari verður í dag, tá drigið verður um bólkarnar til Nations League kappingina, sum fer av bakkastokki í heyst. Føroyar eru millum tey 51 limalondini, sum luttaka í kappingini, og okkara kvinnur eru at finna í fjórða potti í C-deildini.

Nations League er hjá kvinnunum býtt í tríggjar deildir. 16 lond eru í ávíkavist A og B deildini, meðan 19 lond eru í C deildini. Við styrkismetingini í fjórða potti, eru Føroyar tryggjaðar pláss í einum bólki við fýra londum, og sostatt verða mótstøðulondini eitt úr hvørjum av hinum trimum pottunum.

Pottur 1: Malta, Ísrael, Aserbadjan, Turkaland og Norðurmakedónia
Pottur 2: Kosovo, Montenegro, Luksemborg, Estland og Moldova
Pottur 3: Litava, Kasakstan, Lettland, Bulgaria og Kyprós
Pottur 4: Føroyar, Georgia, Armenia og Andorra

Teir seks bólkadystirnir í Nations League verða spældir í trimum umførum: 20.-26. september, 25.-31. oktober og 29. november – 5. desember 2023, og finalurnar verða á vári 2024.

Lutakastið verður sum nevnt klokkan 12.00 føroyska tíð, og til ber at lesa meira um kappingina, umframt fylgja við beinleiðis her.