Í vikuni hava níggju dómarar og hjálpardómarar fingið prógv sum dómaraeygleiðarar. Fyrstu tíðina fara teir fyri tað mesta at eygleiða og menna yngri dómarar

——————

Hósdagin vóru níggju fyrrverandi og núverandi dómarar og hjálpardómarar á dómaraeygleiðaraskeið í FSF-húsinum við Tórsvøll.

Undirvísingin var bygd á frálæru í eygleiðing av dystum, grundað á millum annað fótbóltslógina, arbeiðsháttin hjá dómarum og hjálpardómarum á vøllinum, samtalur aftaná dystin og ymiskt annað.

Teir níggju, ið stóðu royndina og sum hesaferð fingu prógv, eru Andrew Christiansen, Áron Sofus Vest, Regin Egholm, Alex Troleis, Eiler Rasmussen, Dagfinn Forná, Edvard Højgaard, Vinjard Dam og Kári á Høvdanum.

Nakrir av hesum eru enn virknir sum dómarar og hjálpardómarar, og eftir ætlan koma teir at eygleiða í teimum deildum, sum teir sjálvir eru partur av. Men ætlanin er eisini, at teir fyri tað mesta koma at eygleiða og menna nýggjar og yngri dómarar og hjálpardómarar.