Leygardagin 18. februar klokkan 13:00 verður árligi aðalfundurin hjá FSF. Á skránni er millum annað val til starvsnevndina
——————
Leygardagin 18. februar klokkan 13:00 verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum á Tórsvølli. Hetta er samstundis aðalfundur nummar 45, síðan FSF varð sett á stovn hin 13. januar í 1979.
Á aðalfundinum hesaferð er millum annað val til starvsnevndina, og tá freistin at stilla upp var úti á midnatt mikukvøldið, høvdu níggju persónar, tvær kvinnur og sjey menn, bjóða seg fram til teir tríggjar sessirnar, ið standa fyri vali hesaferð.
Tey níggju, ið eru uppstillaði, eru Anja Rein, Bjarni Prior, Dánial Hansen, Fróði Danielsen, Heri á Rógvi, Kristmund Johannessen, Kristoffur Vidtfeldt, Maria Jóhannusardóttir Joensen og Ólavur Larsen.
Til komandi aðalfund er uppskot, at viðtøkurnar fyri FSF verða broyttar soleiðis, at verandi starvsnevnd verður lækkað úr 8 niður í 7 nevndarlimir, og at bæði kynini skulu vera umboðað.