Fyri at lætta um tað stóra og sjálvbodna arbeiði í føroysku fótbóltsfeløgunum, hevur FSF, saman við KREA, ment eina intranetskipan, ið millum annað skal gera nevndararbeiðið í feløgunum lættari

Í eina tíð hevur verið arbeitt við einari Intranetskipan, ið føroysku fótbóltsfeløgini kring landið skulu brúka. Skipanin er gjørd við tí endamáli, at lætta um hjá teimum, ið fáast við nevndararbeiði í feløgunum. Millum annað við at savna alt viðkomandi tilfar í eina skipan, ið øll feløgini hava atgongd til.

 

Intranetskipanin er ment í samstarvi við KT-fyritøkuna KREA í Saltangará. Týsdagin var introskeið á Svangaskarði á Toftum fyri nøkrum av feløgunum, og hósdagin verður skeiðið í FSF-húsinum í Havn.

 

– Vit arbeiða alla tíðina við at gera umstøðurnar hjá feløgunum betri. Tað verður gjørt eitt ómetaliga stórt sjálvboði arbeiði í feløgunum kring landið. FSF ynskir tí at geva feløgunum so góðar arbeiðsumstøður sum tilber, og hendan skipanin kemur vónandi at hjálpa væl til, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.