Í samstarvi við HB, B68, AB, EB/Streym og 07 Vestur skipar FSF fyri fimm fótbóltsskúlum í ár. Tríggir hava verið, og umleið 450 børn og ung hava luttikið

Tríggir av fimm fótbóltsskúlum, sum FSF, saman við nøkrum av feløgunum skipar fyri á hvørjum ári, hava verið, og higartil hevur luttakaratalið verið umleið 450. Fótbóltsskúlin er serliga ætlaður børnum og ungum í aldurinum 6 til 14 ár.

Vikuskiftið 28. og 29. juni varð skipað fyri fótbóltsskúlum í Gundadali í Havn, og á Svangaskarði á Toftum. Í Havn var luttakaratalið umleið 225, meðan umleið 140 luttakarar vóru á Svangaskarði. Og farna mánadag og týsdag var fótbóltsskúli á skránni Inni í Vika á Argjum, har eini 85 børn og ung luttóku.

Næsti fótbóltsskúli sum FSF skipar fyri í ár saman við feløgunum, verður í Hólmanum á Eiði vikuskiftið 12. og 13. juli, og í døgunum 15. og 16. august er fótbóltsskúli á skránni á Dungasandi í Sørvági.

Enn eru nøkur pláss eftir á hesum fótbóltsskúlum. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.

Myndir

Tórshavn

Toftir

Argir

Niðanfyri er ein stuttfilmur frá fótbóltsskúlunum í Havn og á Toftum