Longu í 3. minuttir legði Rene Shaki Joensen Føroyar á odda, men bara ein minutt seinni javnaðu maltesar til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið á Ta’ Qali Stadion millum Malta og Føroyar
– Vit fóru sjálvandi á vøllin fyri at vinna, men soleiðis bleiv ikki. Tí eri eg hampuliga væl nøgdur við tað eina stigið, sum vit fingu her. Vit spældu væl stóran part av dystinum, men koma tíverri ikki fram til teir heilt stóru málmøguleikarnar, so javnleikur var nokk í tráð við gongdina, sigur Jóannes jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska landsliðið fekk annars eina góða byrjan á Ta’ Qali Stadion á Malta. Longu aftaná tríggjar minuttir sóu teir umleið 250 føroysku áskoðararnir Rene Shaki Joensen leggja Føroyar á odda.
Gilli Rólantsson Sørensen legði væl inn fyri úr høgru, og við handaru stong setti Shaki pannuna á, og so vóru vit á sigurskós. Men tað gekk ikki long tíð, so høvdu spælararnir og føroysku áskoðararnir fingið hendurnar niður aftur. Tí bara ein minutt seinni javnaði Malta til 1-1, og fleiri mál komu ikki í dystinum.
Í hinun dystinum í bólkinum vann Kosovo ein sannførandi 4-0 sigur á Aserbadjan. UEFA Nations League er liðugt fyri hesaferð, og endaliga støðan í bólki 3 í Deild D gjørdist, at Kosovo fekk 14 stig, Aserbadjan 9 stig, Føroyar fingu 5 stig, meðan Malta endaði aftast við trimum stigum.
Samlaðu úrslitini í UEFA Nations League hava við sær, at til lutakastið til næstu EM-undankapping, verða londini undanskipaði soleiðis:
Styrkisbólkur 1
Sveis
Holland
Portugal
Ongland
Belgia
Frakland
Spania
Italia
Kroatia
Pólland
Styrkisbólkur 2
Týskland
Ísland
Bosnia
Ukraina
Danmark
Svøríki
Russland
Wales
Kekkia
Eysturríki
Styrkisbólkur 3
Noreg
Finnland
Serbia
Skottland
Slovakia
Turkaland
Írland
Norðurírland
Bulgaria
Ísrael
Styrkisbólkur 4
Ungarn
Rumenia
Grikkaland
Albania
Montenegro
Kýpros
Estland
Slovenia
Litava
Georgia
Styrkisbólkur 5
Makedónia
Kosovo
Hvítarussland
Luksemborg
Armenia
Aserbadjan
Kasakstan
Moldova
Gibraltar
Føroyar
Styrkisbólkur 6
Lettland
Liktinstein
Malta
San Marino
Andorra
Áðrenn lutakastið til EM-undankappingina er greitt, at bólkavinnararnir og besti 2’arin í Deild A í UEFA Nations League fara í bólkar við fimm londum, meðan hinir bólkarnir fara at telja 6 lond. Lutakastið verður í Dublin 2. desember.