Håkan Ericson og Eli Hentze hava í fyrstu atløgu boðsent 24 spælarum til HM-undankappingardystirnar ímóti Moldova, Eysturríki og Skottlandi

——————

Hósdagin í komandi viku spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í undankappingini til HM, sum verður í Katar í 2022. Tríggir dystir eru á skránni í hesum umfarinum, ið allir eru á útivølli. Mótstøðuliðini eru Moldova, Eysturríki og Skottland.

Í hesum sambandi varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til komandi uppgávur.

Í fyrstu atløgu eru 24 spælarar boðsendir, meðan ein spælari afturat væntandi verður úttikin seinni í vikuni.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Egersunds IK (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Dan í Soylu, HB
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Tróndur Jensen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Petur Knudsen, NSÍ

25. mars kl. 19:45
Moldova – Føroyar

28. mars kl. 19:45
Eysturríki – Føroyar

31. mars kl. 19:45
Skottland – Føroyar

Myndir: Hans Erik Danielsen