Føroyska landsliðið tapti 2-0 á stóra olympiska leikvøllinum í Baku í Aserbadjan. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið, sum fekk bæði málini í fyrra hálvleiki
Tað var ein skuffaður føroyskur landsliðsvenjari, ið møtti á tíðindafundinum eftir UEFA Nations League landsdystin millum Aserbadjan og Føroyar, sum aserbadjanar vunnu 2-0.
– Aserbadjan var betra liðið, og sigurin var uppiborin. Men kortini haldi eg at føroyska verjan stóð væl, og tað eydnaðist ongantíð heimaliðnum at koma til teir heilt stóra málmøguleikarnar. Talan var um tveir ymiskar hálvleikir, har vit komu nógv betri við í dystin í seinna hálvleiki, segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum.
Aserbadjan kom á odda í 18. minutti. Heimaliðið fekk horna í høgru síðu, ið varð sent væl inn fyri. Sonni Ragnar Nattestad var hægstur, og fekk skallað burtur. Bólturin endaði hjá Nazarov, sum royndi seg við skoti, og umvegis Sonna Ragnar endaði bólturin í málinum.
Átta minuttir seinni økti Aserbadjan til 2-0. Mahir Madatov royndi seg við skoti úr eini 25-30 metra fjarstøðu, og sum ein kanónkúla reyk bólturin í netið aftanfyri Gunnar Nielsen.
Aserbadjan sat á meginpartin av spælinum, og serliga í fyrra hálvleiki hevði føroyska liðið trupult við at fóta sær. Eftir hvíldina komu okkara meir við í dystin, og spælið hekk betri saman. Men fleiri mál komu ikki, og úrslitið gjørdist 2-0 til Aserbadjan.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Kosovo ein knúsandi 5-0 sigur á útivølli móti Malta. Sostatt er lagt upp til eina veruliga bólkafinalu, tá Kosovo og Aserbadjan bresta saman komandi týsdag, samstundis sum Malta og Føroyar spæla á Ta’ Qali Stadion á Malta.