Sunnudagin varð 11. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum á skránni. Í FSF Varpinum ber til at síggja samandrátt úr øllum dystunum

——————

KÍ heldur rimmarfast um oddasessin í fremstu deildini hjá kvinnum. Sunnudagin vunnu klaksvíkskvinnur 2-0 á NSÍ, samstundis sum HB og B36 samdust um 1-1 javnleik á Tórsvølli, og ÍVB vann tepran 1-0 sigur á EBS/Skála.

Komandi sunnudag er aftur fult umfar á skránni. NSÍ og EBS/Skála hittast við Løkin í Runavík, KÍ fær vitjan av HB, og í Havn tekur B36 ímóti ÍVB.

Í FSF Varpinum ber til at síggja samandrátt úr øllum trimum dystunum í 11. umfari.