Dýra biðidag skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeiði við Carsten Hvid Larsen, ið er serkønur innan ítróttarsálarfrøði. 70 luttakarar vóru á skeiðnum

——————

– Hóast skeiðið var ætlað venjarum, var tað avgjørt eisini viðkomandi fyri dómarar. At fáa reiðskapir, sum kunnu hjálpa við at styrkja ein sálarliga, tá tað brýtur í bæði borð, er gott hjá einum dómara. Skeiðið gjørdi greitt, at hetta er nakað, sum kann venjast, um ein er tilvitaður um tað.

Soleiðis sigur Petur Reinert, fótbóltsdómari, eftir impulsskeiðið við Carsten Hvid Larsen, sum varð hildið í Trinstovuni á Tórsvølli Dýra biðidag.

Eisini liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, sum er millum teirra, ið eru farnir undir A-venjaraútbúgvingina, lat sera væl at skeiðnum.

– Her er talan um eitt øki, har vit kunnu gera føroyskan fótbólt betri. Hetta kann gerast við at læra at tálma og gagnnýta tey signalir, ið heilin sendir okkum, og tað vil heilt víst síggjast aftur í avrikunum, sigur Atli Gregersen við heimasíðuna hjá FSF.

Carsten Hvid Larsen er serkønur innan ítróttarsálarfrøði, og starvast millum annað sum lektari á granskingareindini LETS á Syddansk Universitet. Harafturat hevur hann tilknýti til FC Nordsjælland og danska fótbóltssambandið, DBU.

Impulsskeiðið var skipað sum fyrilestur og kjak. Carsten Hvid Larsen greiddi frá sínum arbeiði og arbeiðshátti, og síðan fingu luttakararnir møguleikan at seta spurningar, og eisini bleiv kjakast í smærri bólkum.

Áhugin fyri skeiðnum var eisini stórur. Umleið 70 venjarar, dómarar og onnur áhugaði luttóku, og fyri tey, ið hava UEFA A- ella UEFA B-venjaraprógv, gav impulsskeiðið 7 tímar til dagføring av próvnum.

Myndir: Hans Erik Danielsen