Hóast avbjóðingar við ferðing til Føroya hjá nøkrum av luttakarunum, eydnaðist UEFA ráðstevnan, ið FSF hevur verið vertur fyri seinastu dagarnar, avbera væl

——————

Tá avtornaði vóru umboð fyri átta lond – Belgia, Norðurmakedónia, Liktinstein, Portugal, Estland, Slovenia, Bulgaria og Spania, umframt úr føroyum – við á stóru UEFA ráðstevnuni, ið Fótbóltssamband Føroya hevur verið vertur fyri síðstu dagarnar. Evni á ráðstevnuni var fyriskipan og menning av gentu og kvinnufótbólti.

– Sjálvt um londini eru ymisk til støddar, so er talan í nógvum førum um líknandi avbjóðingar, ið vit eisini hava í gerandisdegnum. Tí er tað gevandi at kunna hoyra ymisk sjónarmið upp á somu avbjóðingar, og síðan saman finna møguligar loysnir, sigur Pætur Clementsen, ið er tekniskur stjóri hjá FSF.

Umframt framløgur og toymisarbeiði, var skipað fyri venjingum á Tórsvølli og Ovara vølli í Gundadali. Harafturat varð vitjað í Klaksvík, har umboð fyri KÍ greiddu frá søguni um kvinnufótbóltin í felagnum. Við Djúpumýru fingu gestirnir eisini møguleikan at síggja góðu umstøðurnar, ið sigursvandu kvinnurnar hava til venjing og dystir á heimavølli.

Venjarin hjá belgiska U23-landsliðnum, Thomas Jansen, ið var millum luttakararnar, lat eisini sera væl at ráðstevnuni, og vitjanini í Føroyum sum heild.

– Eg eri sannførdur um, at einki stað til tílíkar ráðstevnur er betri enn í Føroyum. Ráðstevnan var litað av eldhuga frá umboðum hjá FSF, lokalum spælarum, venjarum og øðrum starvsfólkum, ið eru partur av føroyska fótbóltinum, og sum vit fingu møguleikan at hitta.

– Í einari verð av ymiskleika, er liðandin og samanhaldið hjá tykkum ein gáva og fyrimynd. Hetta var væl fyriskipað og máttmikið at uppliva – ja, stutt og greitt, fult av eldhuga, segði Thomas Jansen við heimasíðuna hjá FSF, áðrenn kósin var sett móti evropeiska meginlandinum aftur.

Myndir: Hans Erik Danielsen