Jóan Símun Edmundsson hevur givið avboð til dystirnar móti Aserbadjan og Malta. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Meinhard Egilsson Olsen úr B36

– Tað er sjálvandi keðiligt at Jóan Símun er skaddur, tí hann er uttan iva okkara besti áleypari. Men eg fegnist um at fáa hendan møguleikan, og nú ræður um at taka av, sigur Meinhard Egilsson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tíðliga týsmorgunin setir føroyska A-landsliðið við monnum kós ímóti Baku í Aserbadjan. Á vegnum verður millumlent í Kastrup, har føroysku útisetarnir á landsliðnum koma umborð, og síðani verður flogið beinleiðis til aserbadjanska høvuðsstaðin. Ein flogferð, ið tilsamans tekur eini átta-níggju tímar.

 

Upprunaliga skuldi Jóan Símun Edmundsson verða við á ferðini, men toftamaðurin í týskum fótbólti hevur givið avboð til komandi dystir. Jóan Símun fekk ein snudd í knæið sunnudagin, tá lið hansara, Arminia Bielefeld spældi javnleik á útivølli móti Ingolstadt.

 

Í staðin hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttikið Meinhard Egilsson Olsen úr B36. Meinhard hevur spælt 11 dystir á føroyska U21-landsliðnum, og skorað 4 mál.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)

Magnus Egilsson, HB

Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur H. Olsen, FH (ICE)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Árni Frederiksberg, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, B36

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Jákup L. Thomsen, FH (ICE)

 

Leygardagin 17. november klokkan 17:00 (føroyska tíð) spæla Aserbadjan og Føroyar á Baki Olimpiya Stadion í aserbadjanska høvuðsstaðnum, Baku. Og trígjar dagar seinni, týsdagin 20. november er seinasti dysturin í UEFA Nations League bólkaspælinum á skránni, tá Malta tekur ímóti á National Stadion í Ta’Qali á Malta.