Leygardagin varð finalan í eFótbólti spæld í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Vinnararnir gjørdust Heðin Egholm Skov og Martin Heldarskarð. Sostatt eru teir fyrstu FM-vinnarar í eFootball PES 2020
Heðin Egholm Skov og Martin Heldarskarð kunnu kalla seg føroyameistarar 2019 í eFótbólti. Farnu vikuna hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri FM-kapping í eFootball PES 2020.
Kappingin varð skipað í tveimum aldursbólkum – 15 ár og yngri, og 16 ár og eldri. Heðin Egholm Skov vann hjá teimum eldru, meðan Martin Heldarskarð vann kappingina hjá teimum yngru.
Talan gjørdist eisini um tvær sera spennandi finalur. Heðin vann 2-1 á Virgar Trondesen í finaluni fyri teir eldru, og sama úrslit bleiv í finaluni hjá teimum yngru, har Martin basti Jonn Mortensen.
Umframt føroyameistaraheitið til Heðin Egholm Skov, og eitt silvurheiðursmerki til Virgar Trondesen, tryggjaðu teir báðir sær eisini pláss á føroyska eLandsliðnum, sum komandi ár skal taka lut í UEFA eEURO 2020-undankappingini.
Frá vinstru: Jonn Mortensen, Martin Heldarskarð og Gabriel Nolsøe Petersen, sum gjørdust ávikavist nummar 2, 1 og 3 í kappingini fyri teir yngru – Mynd: Bjarni Enghamar
Virgar Trondesen, Heðin Egholm Skov og Høgni Øssurson, sum blivu ávikavist nummar 2, 1 og 3 í kappingini fyri teir eldru – Mynd: Bjarni Enghamar
Føroyska eLandsliðið, mannað við Virgar Trondesen og Heðin Egholm Skov – Mynd: Bjarni Enghamar