Sum liður í at menna málmansvenjarapartin í føroyskum fótbólti, verður í næstum lagt til brots við málmansvenjaraútbúgvingini hjá FSF. Hetta er samstundis í tráð við øktu krøvini frá UEFA

——————

Komandi tíðina verður aftur lagt til brots við málmansvenjaraútbúgvingunum hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta er samstundis liður í arbeiðinum at menna málmansvenjarapartin í føroyskum fótbólti, og er eisini í tráð við øktu krøvini frá UEFA um útbúgvingarstig til málmansvenjarar.

Í hesum sambandi skipar FSF í fyrstu atløgu fyri M1 málmansvenjaraskeiði, sum verður í Havn frá 11. til 13. november. Innbjóðing er send feløgunum, og tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

– Vit stremba alla tíðina eftir, at okkara venjarar eru so væl dagførdir sum yvirhøvur tilber, og í hesum sambandi ynskja vit sjálvandi at fylgja teimum krøvum, ið eru komin frá UEFA. So vónandi verður hetta væl móttikið, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Øktu krøvini frá UEFA raka í fyrsta umfari tey feløg, ið skulu taka lut í evropeiskum fótbólti frá komandi kappingarári. Eftir 1. juni 2023 verður nevniliga krav, at hesi lið hava málmansvenjara, sum í minsta lagi hevur lokið nýggju “UEFA Goalkeeper B”-útbúgvingina.

Tískil skipar FSF fyri einum serligum málmansvenjaraskeiði, har luttakarar, ið áður hava lokið M2-málmansvenjaraskeiðið hjá FSF, kunnu uppstiga sína útbúgving til “UEFA Goalkeeper B”. Skeiðið verður eftir ætlan í februar-mars 2023.