Vikuskiftini 17. og 18. og aftur 24. og 25. november skipar FSF fyri M2 málmansvenjaraskeiði. Fyrri parturin av skeiðnum verður í Vági, meðan seinni parturin verður í Havn
M2 málmansvenjaraskeiðið er hægsta málmansvenjara-útbúgving hjá Fótbóltssambandi Føroya, og er tilsamans 40 tímar. M2 er framhald av M1/B2-skeiðnum, og eru bæði ástøðiligt og praktiskt, har dentur verður lagdur á málmansvenjing við ungum og vaksnum málverjum.
Skeiðið, sum FSF fer at skipa fyri í næstum, verður deilt í tvey, soleiðis at fyrri parturin (17. og 18. november) verður í Vági, meðan seinni parturin (24. og 25. november) av skeiðnum verður í Havn.
Undirvísarar vera Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen. Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Skeiðið er eisini treytað av nóg góðari undirtøku.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 9. november 2018. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Nærri kunning um skeiðið sæst her: M2 málmansvenjaraskeið 2018