Lars Olsen hevur sett navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til Nations League dystirnar móti Malta og Kosovo. Nýggir í hópinum eru Magnus Egilsson og Jógvan Rói Davidsen úr HB

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin, kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, føroyska hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Malta og Kosovo. Og talan er veruliga um ein sterkan hóp, ið landsliðsvenjarin hevur at ráða yvir.

 

– Spæla vit upp til okkara besta, so kunnu vit saktans vinna okkara bólk í Nations League, og tí fara vit sjálvandi eftir, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, millum annað á tíðindafundinum.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur Matras Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, Molde BK (NOR)

Alex Mellemgaard, B36

Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Magnus Egilsson, HB

Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE)

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Tróndur Jensen, HB

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

 

Fríggjadagin 7. september, klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. september, klokkan 19:45, spælir føroyska landsliðið á útivølli móti Kosovo.

 

Atgongumerki til dystin móti Malta kunnu keypast í Neyhandilinum á heimasíðini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Og tað ræður um at gera skjótt av. Tí meðan Tórsvøllur er undir umbygging, er bara pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen