Farna vikuskiftið løgdu úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir síðstu hond á fyrireikingarnar til kappingarárið 2025


– Tað verður ongantíð feilfrítt. Hinvegin ynskja øll, at tað eru leikararnir sjálvir, ið avgera dystirnar, og ikki dómararnir, sigur Arnar Lognberg, hjálpardómari.

Farna vikuskiftið vóru allir úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir savnaðir á skeiði á Hotel Føroyum, har síðsta hond varð løgd á fyrireikingarnar til kappingarárið 2025.

Onkrar smærri broytingar – serliga orðingar – eru framdar í dómaralógini. Við FSF Varpið sigur Arnar Lognberg, at serliga eru tillagingar gjørdar í sambandi við brotsspark, men Arnar væntar, at hendan broyting er ein fyrimunur fyri øll.