Komandi vikuskiftið verður lagt upp til øðrvísi dystardagar, tá ið átakið ljóðleysur leygardagur verður sett á skrá til barnakappingarnar í fótbólti
Ljóðleysur leygardagur er partur av átakinum ”Fair Play í barnahædd”, sum setur sjóneyku á góða dystarumhvørvið til barnakappingar.
Endamálið við átakinum, sum verður 13. og 20. juni, er at geva børnunum frið at spæla uttan vegleiðingar frá áskoðarum. Eisini at minka um trýst og vegleiðandi róp, og ístaðin eygleiða, hvat hendir, tá ið børnini sjálvi taka avgerðir.
Venjarin, ella tann, ið hevur ábyrgd av liðnum, hevur til uppgávu at vegleiða um neyðugt.
Átakið er roynt í nógvum ymiskum londum, men er tað serliga kent í Onglandi, har tað verður nevnt “Silent Support Weekend”. Eftirmetingarnar frá hesum átakinum eru m.a., at samskifti millum leikarar, og leikarar og venjara, gerst betri, tá ið aðrar røddir fylla minni. Harumframt minkar óttin fyri at gera ein feil, og dirvið at taka avgerðir veksur.
Børn, sum taka lut í barnakappingum í fótbólti, eru í aldrinum 5 – 11 ár.





