Klokkan 15:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið venjingardyst á útivølli móti Litava. Av teimum fimm dystunum, ið hesi bæði lið hava spælt higartil, hava Føroyar vunnið fýra ferðir

Klokkan 15:00 í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrra av tveimum venjingardystum, sum í hesum døgum eru á skránni í Kaunas í Litava.

 

Dysturin í dag kann stroymast her: www.facebook.com/moterysuzfutbola/

 

Hetta er samstundis sættu ferðina, at Føroyar og Litava bresta saman í kvinnulandsdysti. Av teimum fimm undanfarnu, hava Føroyar vunnið fýra, meðan Litava hevur vunnið ein, sum var tann fyrsti, ið varð spældur í 2007.

 

Føroyski hópurin telur 20, og av teimum eru tríggjar, ið eisini vóru við fyri tólv árum síðani. Talan er um Olgu Kristinu Hansen, Heidi Sevdal og Jacobu Langgaard.

 

Olga Kristina Hansen er tann einasta, ið hevur spælt við í øllum hinum fimm dystunum. Tað hevur Rannvá B. Andreasen eisini, men veteranurin úr KÍ er skadd, og hevur givið avboð til dystirnar hesaferð.

 

Myndir: Landsliðsvenjing í Kaunas (6. apríl 2019)