Aganevndin hjá FSF hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarnevndini, í samband við longdina av leikbanninum, ið KÍ-spælarin, Deni Pavlovíc fekk fyri reyða kortið í dystinum móti TB
Tá TB og KÍ spældu landskappingardyst á jóansøku, fekk KÍ-spælarin, Deni Pavlovic reytt kort í 86. minutti. Reyða kortið varð givið fyri at Deni Pavlovic tilætlað stútaði ein TB-spælara í høvdið, uttan at bólturin var í spæl teirra millum.
Kappingarnevndin hjá FSF gav síðani Deni Pavlovic seks dystir leikbann. Men KÍ kærdi longdina av leikbanninum til Aganevndina, sum nú hevur viðgjørt málið. Og Aganevndin staðfestir avgerðina hjá Kappingarnevndini, um at Deni Pavlovic skal hava seks dystir leikbann.
KÍ hevur heimild at kæra avgerðina hjá Aganevndini til Yvirkærunevndina. Hetta skal gerast innan fimm dagar, eftir at felagið er blivið kunnað um avgerðina hjá Aganevndini.
Allur úrskurðurin hjá Aganevndini kann lesast HER.