Leiðsluhandbókin hjá Fótbóltssambandi Føroya er dagførd, og er tøk á heimasíðuni hjá FSF
——————
Endamálið við leiðsluhandbókini er at geva nevndarlimum, samskiparum og øðrum, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at føroyskum fótbóltsfeløgum, møguleika at kunna seg um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri raksturin av einum fótbóltsfalegi.
Leiðsluhandbókin skal ikki metast sum ein útgreining av, hvussu eitt felag eigur og skal skipast, men sum eitt hent amboð hjá serliga nýggjum innan fótbóltsheimin, ið ynskja betur innlit í, hvat krevst fyri at reka eitt fótbóltsfelag.
Ætlanin er, at handbókin verður dagførd á hvørjum ári við viðkomandi broytingum.
Leiðsluhandbókin 2022 sæst H E R