Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia, Føroyar og Malta endaðu í bólki F, tá lutakast var um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping. Ein spennandi bólkur, sigur føroyski landsliðsvenjarin

Á middegi sunnudagin var lutakast um, hvussu spælast skal í undankappingini til EM 2020. Føroyar endaðu í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.

 

– Hetta verður ein stór og sera spennandi avbjóðing. Spania er uttan iva favorittur at vinna bólkin, men eg rokni við, at vit kunnu skava okkum nøkur stig saman, sigur Lars Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru í bólki saman við Noreg í einari EM- ella HM-undankapping. Leikskráin fyri komandi kapping verður kunngjørd seinni í dag (sunnudagin).

 

Bólkur A

Ongland

Kekkia

Bulgaria

Montenegro

Kosovo

 

Bólkur B

Portugal

Ukraina

Serbia

Litava

Luksemborg

 

Bólkur C

Holland

Týskland

Norðurírland

Estland

Hvítarussland

 

Bólkur D

Sveis

Danmark

Írland

Georgia

Gibraltar

 

Bólkur E

Kroatia

Wales

Slovakia

Ungarn

Aserbadjan

 

Bólkur F

Spania

Svøríki

Noreg

Rumenia

Føroyar

Malta

 

Bólkur G

Pólland

Eysturríki

Ísrael

Slovenia

Makedónia

Lettland

 

Bólkur H

Frakland

Ísland

Turkaland

Albania

Moldova

Andorra

 

Bólkur I

Belgia

Russland

Skotland

Kýpros

Kasakstan

San Marino

 

Bólkur J

Italia

Bosnia-Hersigovina

Finnland

Grikkaland

Armenia

Liktinstein