Á tíðindafundi í FSF-húsinum komandi týsdag fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til landsdystirnar móti Spania og Norra
So standa aftur tveir EM-undankappingardystir í durinum. Hesaferð skal føroyska landsliðið spæla móti Spania og Norra. Spaniólar koma á Tórsvøll fríggjadagin 7. juni, og bara tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. juni, eru Føroyar vertir fyri norðmonnum.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum komandi týsdag, sum er týsdagin 28. mai, klokkan 10:00. Á tíðindanfundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, at kunngera hópin til næstu tveir dystirnar í EM-undankappingini.
Onkrar smávegis broytingar verða í hópinum hesaferð, í mun til landsdystirnar móti Malta og Rumenia, sum vóru í mars mánað. Millum annað er Gunnar Nielsen skaddur, og tí skal annar málverji úttakast í staðin fyri hann.
Føroyska landsliðið hevur tvær ferðir áður roynt seg ímóti Spania. Í HM-undankappingardysti á Svangaskarði 4. september í 1996 vunnu spaniólar 6-2, og eitt stórt ár seinni, 11. oktober í 1997 vann Spania 3-1 á heimavølli. Føroysku málskjúttarnir vóru Todi Jónsson, Uni Arge og Jens Kristian Hansen.
Føroyar og Norra hava ongantíð fyrr verið í bólki saman í EM- ella HM-undankapping fyri A-landslið við monnum.
Í undankappingini til EM 2020 eru Føroyar í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Rumenia, Malta og Norra. Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir, eru spaniólur fremst við seks stigum, sum teir hava vunnið á heimavølli móti Norra, og á útivølli móti Malta.