Komandi mánadag verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Lars Olsen, landsliðsvenjari, fer at úttaka endaliga hópin til dystirnar í Nations League móti Malta og Kosovo

Um góðar tvær vikur skal A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá UEFA Nations League verður sparkað í gongd. Fyrsti dysturin er á heimavølli móti Malta fríggjadagin 7. september, og tríggjar dagar seinni skal føroyska liðið spæla á útivølli móti Kosovo.

 

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 27. august klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at úttaka endaliga hópin til dystirnar móti Malta og Kosova.

 

23 spælarar skulu boðsendast, men longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson Olsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Finnur Justinussen og Jóan Símun Edmundsson verða í fyrsta Nations League-hópinum hjá landsliðsvenjaranum.

 

Atgongumerki til dystin móti Malta kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Og tað ræður um at gera skjótt av, tí meðan Tórsvøllur er undir um- og útbygging, er bara pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin.