A-landsliðið við kvinnum hevði í dag seinastu venjingina á Tórsvølli undan dystinum móti Norðurírlandi


Eftir dystarsteðg í eitt hálvt ár, fer A-landsliðið við kvinnum nú undir seinnu helvt av EM-undankappingini, har Føroyar eru í bólki saman við Norra, Hvítarusslandi, Wales og Norðurírlandi. Seinasti dystur hjá kvinnunum var venjingardystur í mars mánaða, har tær spældu 1-1 javnleik móti Estlandi.

Síðan tá er stór útskifting farin fram í hópinum, og hesir seinastu dagarnir eru serliga brúktir til at samansjóða og samanspæla hópin. 

– Tað er greitt, at vit skulu spæla nakrar nýggjar leikarar inn á liðið, og vit hava brúkt hesar dagarnar og venjingarnar til at prøva nøkur ting av. Nógvar av leikarunum eru ungar og óroyndar í A-landsliðshøpi, men tær eru allar dugnaligar og spentar til uppgávuna, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Mótstøðuliðið í morgin, Norðurírland, liggur á fjórða plássi í bólkinum við tveimum stigum. Bæði stigini hava tær fingið við javnleikum móti Wales.

Dysturin millum Føroyar og Norðurírland byrjar kl. 17.00 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Myndir: Bjarni Enghamar