Føroyska A-landsliðið við monnum tapti á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið, eftir málleysan fyrra hálvleik

Lat tað verða sagt beinanvegin: Føroyska landsliðið tapti fyri einum betri liði á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo. Úrslitið gjørdist 2-0 til Kosovo, eftir 0-0 í hálvleikinum.

 

Heimaliðið hevði bóltin nakað meir enn okkara, men serliga í fyrra hálvleiki gjørdust tað ongantíð veruliga vandamikið frammanfyri málið hjá Gunnari Nielsen. Men beint eftir hvíldina eydnaðist Kosovo at fáa hol á, og fyrstu tíggju minuttirnar skoraðu heimamenninir tvey mál. Arber Zeneli legði Kosovo á odda, og lítla løtu seinni økti Atdhe Nuhiu til 2-0.

 

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Malta og Aserbadjan javnleik 1-1. Úrslitini hava við sær, at Kosovo er fremst við 4 stigum, Føroyar hava 3 stig, Aserbadjan hevur 2 stig, meðan Malta er aftast við einum stigi.

 

Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður um ein mánað, hósdagin 11. oktober á Tórsvølli, tá Aserbadjan kemur á vitjan. Longu nú kunnu atgongumerki keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

MYNDIR

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Kosovo – Mynd: Hans Erik Danielsen