Úrslitið av EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Spania gjørdist ein greiður 4-1 sigur til spaniólar, eftir 3-1 leiðslu í steðginum. Føroyska málið skoraði Klæmint A. Olsen

– Okkara besta løta í dystinum var fyrsta korterið í seinna hálvleiki. Men sum heild var spanski sigurin uppiborin, og tað sum eg havi sæð higartil, so er Spania klárt besta liðið í bólkinum, segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum eftir dystin.

 

Tað bleiv eitt sindur sum væntað, tá Føroyar og Spania fóru á vøllin í triðja umfari í undankappingini til EM 2020. Spania sat á meginpartin av spælinum, og vann tá samanumkom ein greiðan 4-1 sigur á Føroyum, eftir 3-1 leiðslu í hálvleikinum.

 

Sergio Ramos legði Spania á odda tá fimm minuttir vóru spældir, og tá fyrri hálvleikur næstan var hálvrunnin økti Jesus Navsa til 2-0.

 

Men tá hálvur tími var spældur fekk Klæmint Andrasson Olsen spenning í dystin aftur. Horna varð sent væl inn fyri, og inni í brotsteiginum fekk Odmar Færø høvdið á, og stýrt bóltinum móti málinum. Bólturin kom til toppskjúttan í Betri Deildin, sum, hóast eitt sindur trýstur, fekk beint bóltin í málið. 2-1, og stór frøi á føroysku áskoðarunum.

 

Men spenningurin helt sær bara í tríggjar minuttir, tá Teitur Gestsson var óhepping at gera sjálvmál.

 

Í seinna hálvleiki byrjaði føroyska liðið betri, og fyrstu løtuna fingu okkara lagt eitt lítið trýst á spaniólar. Men tíverri spurdist einki burtur úr. Í staðin kundi Joes Gaya sláa sigurin fastan, tá hann í 71. minutti lyfti bóltin upp um Teitur Gestsson, so endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til Spania.

 

Mánadagin skal føroyska landsliðið á vøllin aftur, tá Norra kemur á vitjan. Dysturin millum Føroyar og Norra byrjar klokkan 19:45.

 

 

 

 

 

Myndir: Heri Joensen