Leygardagin vórðu seinastu steypafinalurnar í yngru deildunum á skránni. Hjá U13 gentum vann KÍ 3-0 á NSÍ, og í U15-kappingini hjá gentum vann HB 6-1 móti FC Hoyvík
——————
Ársins seinastu steypafinalur í yngru deildunum vórðu spældar á Tórsvølli leygardagin. Klokkan 10:30 fóru KÍ og NSÍ á vøllin í finaluni fyri U13 Gentur, og á middegi var finalan um Eilif Arge steypið, ið er steypakappingin fyri U15 Gentur, á skránni.
Í finaluni hjá U13 gentunum vunnu tær bláu úr Klaksvík 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Málskjúttar vóru Karla Sjóstein, Kára Sigurðsson og Frida Vitalis. Aftaná dystin varð Elisabet Norðoy Vilhelmsen hjá KÍ vald til dagsins spælara.
Í finaluni um Eilif Arge steypið lat HB ongan iva vera um, hvønn veg sigurin skuldi fara. Úrslitið gjørdist ein greiður 6-1 sigur til HB, sum kom á odda við fýra málum, áðrenn FC Hoyvík svaraði aftur.
Lea Tórarenni Johannesen og Agata Kjærbæk Djurhuus skutu tvey mál í part, meðan Ró Reginsdóttir, ið eisini varð vald til dagsins spælara, og Mira Bendix Laursen gjørdu hvør sítt. Einsamalla málið hjá FC Hoyvík skoraði Brá Zakarisardóttir.
Tvær steypafinalur eru eftir at spæla í hesum kappingarárinum. Leygardagin 6. november spæla kvinnurnar, og leygardagin 4. desember er finalan um Løgmanssteypið á skránni.
Hvørji lið vera í finalunum hjá teimum vaksnu er ikki greitt enn. Hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar 6. og 30. oktober, meðan hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar 20. og 21. november, og 27. og 28. november.
Myndir // U13 Gentur: KÍ – NSÍ 3-0
Myndir // U15 Gentur (Eilif Arge steypið): HB – FC Hoyvík 6-1
Fotografur: Bjarni Enghamar