Landskappingin í Betri Deildini hjá monnum er nú klár. Í fyrsta umfari bresta KÍ og B36 saman við Djúpumýru í Klaksvík


Sunnudagin 8. mars verður hol sett á landskappingini hjá monnum, og longu í fyrsta umfari verður talan um eitt brak, tá nummar 1 og 2 farna kappingarár, KÍ og B36, bresta saman við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða hesir: Á Argjum fær AB vitjan av TB, og í Norðragøtu verður grannauppgerð millum Víking og ÍF. EB/Streymur tekur ímóti HB, og við Løkin í Runavík hittast NSÍ og Skála.

 

Síðsti dystur áðrenn steðgin verður 28. juni, og síðani verður tørnað til aftur 19. juli. Ólavsøkudystirnir í ár verða millum HB og Víking, sum spæla tann 28. juli, meðan dysturin ólavsøkudag verður millum B36 og ÍF.

 

Betri Deildin hjá monnum endar leygardagin 31. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: B36 – AB, NSÍ – Víkingur, KÍ – HB, EB/Streymur – TB og Skála – ÍF.

 

Leikskráin fyri Betri Deildina 2020 hjá monnum sæst H E R.