Sunnudagin er stongt, men til mánadagin 23. desembur er Landsliðsbúðin á Tórsvølli opin allar dagar millum klokkan 11 og 17
Jólaaftan nærkast við rúkandi ferð, og síðstu jólagávurnar eru um at koma undir land.
Men er tað framvegis onkur, ið ivast í onkrari jólagávu, so er ein vitjan í Landsliðsbúðini á Tórsvølli, ið hevur eitt stórt úrval av landsliðsklæðum og aðrari fótbóltsútgerð, heilt sikkurt eina vitjan verd.
Møguleiki er eisini at bíleggja í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Sunnudagin 22. desembur kl. 12:00 er seinasta freist at bíleggja vørur við prenti, og vørur, ið skulu avheintast í Landsliðsbúðini.
Seinasta freist at avheinta og keypa í Landsliðsbúðini er mánadagin 23. desembur kl. 17:00.
Afturat øllum tí, ið fæst í Landsliðsbúðini, er Landsliðspakkin eisini ein góð jólagáva til allar fótbóltsfjepparar. Landsliðspakkin er atgongumerki til allar heimadystirnar í HM 2026 undankappingini hjá monnum sum er á skránni komandi ár.
Og gevið gætur: Allan desembur mánað verður latið 25 prosent í avsláttri av Landsliðspakkanum.