Judith Eilersdóttir Rasmussen sær við spenningi fram ímóti EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum, sum verður spæld í Føroyum frá 17. til 23. oktober
– Eg gleði meg nógv til at sleppa at spæla landsdyst á heimavølli, og vónandi koma nógvir áskoðarar at stuðla okkum. Soleiðis sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen, ið er ein av spælarunum á U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 17. til 23. oktober skal spæla EM-undankapping í Føroyum.
Og tað verður av álvara brúk fyri stuðli til føroysku U17-genturnar, sum veruliga sleppur at royna seg næstu dagarnar. Mótstøðuliðini verða Norra, Slovenia og Aserbadjan. Hørð mótstøða, men Judith trýr upp á, at føroyska liðið kann fáa okkurt stig – serliga ímóti Aserbadjan.
– Hetta verður ein stór avbjóðing, men tað eru sovorðnir dystir, ið skulu til, fyri at vit skulu menna okkum sum fótbóltsspælarar. Fyrr í ár spældu vit móti Aserbadjan, og tá var ikki so stórur munur á liðunum, sigur unga argjagentan við heimasíðuna hjá FSF.
Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, og hann hevur síðani tíðliga í summar havt regluligar venjingar við føroyska hópinum. Har afturat vóru U17-genturnar fyrr í ár til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi, har tær spældu tríggjar venjingardystir.
– Fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit hava havt nógvar og góðar venjingar. Um vit hava rættan hugburð til kappingina, og gera okkara allar besta, so skulu vit nokk fáa okkurt stig. Tað hevði eisini verið fantastiskt, sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen.
Skráin
Hósdagin 17. oktober
13:00 Aserbadjan – Slovenia (Tórsvøllur)
17:30 Norra – Føroyar (Tórsvøllur)
Sunnudagin 20. oktober
13:00 Norra – Aserbadjan (Tórsvøllur)
17:30 Slovenia – Føroyar (Tórsvøllur)
Mikudagin 23. oktober
13:00 Føroyar – Aserbadjan (Tórsvøllur)
13:00 Slovenia – Norra (Ovari vøllur)