Eldsálin: Tey eru nógv, sum leggja lív og sál í sítt felag. Eldsálirnar, sum hvønn dag eru til reiðar at veita eina hjálpandi hond. Í NSÍ eitur ein teirra Jonhard Hansen

Hann byrjaði sum smádrongur at spæla við NSÍ, men so líðandi fekk hann størri og meira ábyrgd, og seinastu 30 árini hevur Jonhard Hansen verið partur av nevndararbeiðinum hjá felagnum í Runavík.

 

Hesi 30 árini hevur fryntligi runavíkingurin eisini tikið sær av at venja fleiri av yngru liðunum, og Jonhard hevur eisini dømt nógvar dystir við Løkin.

 

FSF Varpið hevur hitt eina av eldsálunum í Nes Sóknar Ítróttarfelag.