Landsliðspakkin, ið gevur atgongd til allar tríggjar heimadystirnar í UEFA Nations League, er nú settur til sølu í Nethandilinum á FSF.fo

——————

Nú er greitt, nær heimadystirnir hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í UEFA Nations League 2022/2023 verða á skránni, og fyrstu atgongumerkini eru longu sett til sølu.

Landsliðspakkin, ið gevur atgongd til allar tríggjar heimadystirnar, fæst til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Og talan er uttan iva um eina góða jólagávu til landsliðsfjepparan.

Kostnaður
Kategori 1: 600 kr. (bólkur 103-106)
Kategori 2: 450 kr. (bólkur 101-102,107-108)
Kategori 3: 300 kr. (bólkur 109-110, 112-113)
Skansin: 300 kr. (bólkur 111)

Dystaskráin
Leygardagin 4. juni Turkaland – Føroyar
Týsdagin 7. juni Føroyar – Luksemborg
Leygardagin 11. juni Føroyar – Litava
Týsdagin 14. juni Luksemborg – Føroyar
Hósdagin 22. sept. Litava – Føroyar
Sunnudagin 25. sept. Føroyar – Turkaland