Venjarin hjá A-landsliðnum við kvinnum, John Petersen væntar sterka mótstøðu ímóti Wales. Er avrikið gott, so er venjarin nøgdur, sigur landsliðsvenjarin millum annað í samrøðu við FSF Varpið
Føroyska kvinnulandsliðið leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Wales.
Undir seinastu venjingini, sum var á middegi mikudagin, fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, John Petersen.
Landsdysturin millum Føroyar og Wales verður á Tórsvølli hósdagin klokkan 17:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, ella við dyrnar áðrenn dystin.