John Petersen og FSF hava gjørt avtalu, ið inniber, at John verður høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum næstu tvey árini. John Petersen avloysir Pætur Clementsen, ið nú verður venjari hjá U19-landsliðnum við gentum
– Tað er ikki frítt, at man er glaður og stoltur yvir at fáa møguleikan at byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum fyrrverandi venjarin, Pætur Clementsen hevur gjørt. Hetta verður samstundis ein sera spennandi avbjóðing, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Tann 21. februar verður lutakast um, hvørjum føroyska kvinnulandsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping. Og tað verður eisini við nýggjum høvuðsvenjara, at farið verður undir eina nýggja kapping.
Pætur Smith Clementsen, ið seinastu trý árini hevur staðið á odda fyri A-landsliðnum við kvinnum, fer nú at venja U19-genturnar, meðan John Petersen, ið hevur verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, næstu tvey árini verður høvuðsvenjari.
– Kvinnurnar hava nú luttikið í einum sterkum bólkaspæli, og hóast úrslitini ikki altíð sóu so pen út, so er kortini einki at ivast í, at tær hava ment seg nógv. Tað er tí við stórum spenningi, at vit nú fara undir eina nýggja undankapping, sigur John Petersen.
Fyrstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum í ár verða 7. og 9. apríl, tá føroyska liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Litava.
Umframt at kvinnulandsliðið fær nýggjan venjara, eru aðrar broytingar eisini framdar í venjarakabalini hjá FSF. Øssur Hansen verður venjari hjá U17-gentunum, Jan Laursen verður venjari hjá U15-dreingjunum, meðan Pauli Poulsen tekur við sum venjari hjá U15-landsliðnum við gentum.
Landsliðsvenjarar |
|
U21 | Eli Hentze |
U19 Dreingir | Jógvan Martin Olsen |
U17 Dreingir | Áki Johansen |
U15 Dreingir | Jan Mølvad Laursen |
U19 Gentur | Pætur S. Clementsen |
U17 Gentur | Øssur Hansen |
U15 Gentur | Pauli Poulsen |