Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan UEFA Nations League dystinum móti Aserbadjan, og sambært Jóannesi Jakobsen, hjálparvenjara, verður fari eftir sigrinum leygardagin

Ein stór uppgáva stendur fyri framman hjá føroyska landsliðnum, sum leygardagin klokkan 17:00 (føroyska tíð) skal dystast við Aserbadjan á stóra olympiska leikvøllinum í Baku, har pláss er fyri umleið 70.000 áskoðarum.

 

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, og allir mans eru tøkir til at taka eitt stórt tak fyri Føroyar. Seinasta venjingin var fríggjadagin, og tá fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen.