FSF Varpið: Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen trýr veruliga upp á, at Føroyar kunnu fáa trý stig ímóti Malta. Men tað verður ikki lætt

Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum móti Malta, sum verður á Ta’ Qali Stadion á Malta leygardagin klokkan 17:00, føroyska tíð.

 

Undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen. Og sambært honum er eingin ivi um, at Føroyar fara eftir at vinna ímóti Malta. Men Jóannes Jakobsen leggur eisini stóran dent á, at tað verður ikki nøkur løtt uppgáva.