Tað endaði við javnleiki 2-2, tá føroyska kvinnulandsliðið sunnudagin spældi fyrra av tveimum venjingardystum móti Litava. Heidi Sevdal skoraði bæði tey føroysku málini

– Hetta var eitt góðkent avrik frá okkara liði, og eg eri serliga væl nøgdur við seinna hálvleik, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska kvinnulandsliðið er í hesum døgum í Kaunas í Litava, har tveir venjingardystir eru á skránni. Fyrri dysturin varð spældur sunnudagin, og úrslitið gjørdist javnleikur 2-2, eftir at Litava var á odda 2-1 í hálvleikinum.

 

Tað var annars føroyska liðið, ið kom á odda, tá Heidi Sevdal í 9. minutti setti brotsspark í netið. Útjavnandi málið kom fýra minuttir eftir steðgin, og aftur var tað Heidi Sevdal, ið skoraði fyri Føroyar.

 

– Hetta er góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst, og hetta gevur okkum eisini møguleikan at síggja fleiri spælarar á ymiskum plássum, sigur John Petersen.

 

Føroyska liðið frá byrjan sá soleiðis út: Jóna Nicolajsen, Birita B. Nielsen, Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (liðskipari), Eyðvør Klakstein, Margunn Lindholm, Sara Samsom Lamhauge, Jacoba Langgaard og Rebekka E. Danielsen.

 

Í seinna hálvleiki komu Katrina Akursmørk, Julia N. Mortensen, Rebekka F. Benbakoura, Sarita Maria Mittfoss og Olga Kristian Hansen á vøllin.

 

Fleiri myndir frá dystinum sunnudagin síggjast á Facebook-vanganum hjá FSF.

 

Seinni venjingardysturin millum Litava og Føroyar verður spældur týsdagin.