Sunnudagin dømdi fuglfirðingurin, Jákup Øssurson Mohr sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá monnum, sum var millum AB og KÍ

——————

– Eg haldi at tað gekk væl. Sjálvandi hevði eg eitt lítið sindir av nervum, áðrenn vit fóru á vøllin, men beinanvegin føldi eg, at hetta fór at ganga, so eg var sum heild púra róligur, sigur Jákup Øssurson Mohr, sum sunnudagin dømdi sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá monnum.

Eftir at hava dømt í nøkur ár í lægri deildum, slapp 33 ára gamli fuglfirðingurin av álvara at royna seg inni í Vika á Argjum sunnudagin, har verandi føroyameistararnir vóru á vitjan hjá AB.

Úrslitið gjørdist 2-0 til KÍ. Talan var um ein dyst, har bæði liðini fyrst og fremst vildu spæla fótbólt, og sjáldan vendu tey sær móti dómarinum.

– Tað skal eisini sigast, at eg fekk góða hjálp frá Peturi Reinert, sum var 4. dómari. Hann hevur nógvar royndir, og tað var ótrúliga gott at hava ein sovorðnan mann tætt við, sigur Jákup Øssurson Mohr við heimasíðuna hjá FSF.

Tað byrjaði annars fyri fimm árum síðan, í 2018, tá Jákup Øssurson dømdi sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá kvinnum. Síðani eru fleiri dystir í 1. deild hjá monnum og í U21-kappingini komnir á loggin, og sunnudagin vóru so boð eftir Jákupi í fremstu mansdeildini.

– Nú ræður um at gera tað so gott sum yvirhøvur tilber, og so vóna, at nógv fleiri dystir fara at koma. Men tað ræður eisini um at vera tolin og eyðmjúkur, sigur Jákup Øssurson Mohr.