Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti leygardagin 3-0 fyri Svøriki í NM-kappingini, ið farnu vikuna hevur verið í Føroyum. Úrslitið merkti, at Føroyar enda á 6.plássi av átta. Finalan var millum Ísland og Finnland, sum íslendingar vunnu 1-0

– Tað merkist væl, at hetta var fjórði dysturin upp á eina lítla viku. Vit høvdu ikki eins breiðan hóp og Svøríki, so teir vóru væl betri fyri enn okkara spælarar. Eg vil gjarna rósa spælarunum í dag, fyri at stríðast væl, men Svøriki er sterk mótstøða. Faktist skilji eg ikki ordiliga, at teir spæla um 5. og 6. plássið, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fleiri broytingar vóru á føroyska liðnum til dystin móti svium. Tað sást aftur, tá okkara skuldu halda fast í bóltinum, men í verjustøðu ber illa til at seta nakran fingur á stríðshugan og evnini at standa rætt.

 

Svøríki kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleik, tá Jesper Carstrom smekkaði bóltin upp í málhornið. Eitt vakurt mál. Stutt fyri hálvleik bleiv 2-0, tá Niclas Bergmark stútar eitt hornaspark í málið.

 

Í seinna hálvleiki gjørdi føroyska liðið fleiri broytingar. Eina løtu var liðið betri við í dystinum, men tað vóru aftur sviar, ið skora málið. Isk Jansson kom at standa leysur í fimm-metrinum, eftir at Dánjal Danielsen hevði bjargað.

 

Tíggju minuttir fyri tíð, bleiv innskiftið Kristian Krogh Hentze útvístur, eftir at hava fingið tvey gul kort. Seinastu løtuna hendi ikki so nógv og Svøríki vann dystin um 5.pláss 3-0. Føroyar taptu 2-1 fyri Íslandi og 2-0 fyri Noreg, meðan vit stjólu okkum ein 1-1 javnleik móti Kina. Og sum heild er føroyski venjarin nøgdur.

 

– Vit kunnu gleðast um avrikini móti Íslandi og Noreg, meðan vit kunnu fegnast um úrslitið móti Kina. Hetta er bara triðju ferð, at eitt føroyskt lið spælir um annað enn aftasta og næstaftasta pláss í plaseringsdystunum, sigur Áki Johansen á enda.

 

Finalan í ársins NM-kapping fyri U17-landslið varð hesaferð spæld ímillum Ísland og Finnland. Tá vanliga leiktíðin var farin, stóð á jøvnum 0-0, og tí bleiv neyðugt við umdysti. Og tá eydnaðist íslendingum at fáa mál, og sostatt er Ísland norðurlendskur meistari fyri U17-landslið við dreingjum.

 

Føroyar – Svøríki 0-3 (0-2)

0-1: Jesper Carstrom

0-2: Niclas Bergmark

0-3: Isk Jansson