Fríggjadagin 21. august verða hølini í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum karmur um impulsskeið við norska ítróttarsálarfrøðinginum, Geir Jordet. Skeiðið telur sjey impulstímar til dagføring av UEFA A- og B-lisensi

——————

Geir Jordet er professari í sálarfrøði og fótbólti á “Norges Idrætshøgskole”, har hann undirvísir og granskar í millum annað avrikssálarfrøði og fótbólti, visuellari perceptión, læring, avrik undir trýsti v.m. Nevnast kann eisini, at gransking hjá Geir Jordet er givin út í viðurkendum altjóða tíðarritum.

Geir hevur í mong ár arbeitt sum ráðgevi hjá ymiskum fótbóltssambondum. Nevnast kunnu enska FA, týska DFN, KNVB í Hollandi og í norska NFF. Harafturat hevur hann eisini arbeitt fyri stórfeløg sum Arsenal, Chelsea, Ajax og Herenveen.

Talan er sostatt um ein sera royndan og vælskikkaðan undirvísara, sum hevur arbeitt og framvegis dagliga arbeiðir á hægsta altjóða støði.

Høvuðsevnini á skeiðnum eru
– Fótbóltssálarfrøði, fótbóltsvenjarin sum mentalvenjari
– Visuell perceptión í fótbólti

Upptøkutreytir
Impulsskeiðið er ætlað venjarum við A- og B-lisensi. Venjarar sum luttaka á B4 og A venjaraskeiðnum í ár luttaka eisini á impulsskeiðnum.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum er 800 krónur.

Tilmelding
Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin skal gerast umvegis elektronisku tilmeldingarskipanina hjá FSF, sum er at finna í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: Navn, føðidato, kyn, teldupost og telefon nummar. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 10. august 2020.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Pætur S. Clementsen, tekniskan stjóra, á [email protected] ella á tel. 291964.