Fríggjadagin 13. september skipar FSF fyri einum spennandi impulsskeiði við dananum, Nils Nielsen, ið hevur drúgvar altjóða royndir sum venjari
——————
Við hesum verður bjóðað til impulsskeið við danska venjaranum, Nils Nielsen, fríggjadagin 13. september frá kl. 09.00 til kl. 16.30 í FSF húsinum. Skeiðið telur 7 impulstímar til dagføring av UEFA A og B licensum.
Nils Nielsen er 52 ára gamal og hevur fjølbroyttar royndir sum venjari.
Á ungum árum hevur hann arbeitt nógv við talentmenning vant nógv í fleiri donskum feløgum, fyri tað mesta í FCK og Brøndby IF. Hann hevur eisini roynt seg sum U-landsliðsvenjara hjá U18 dreingjunum hjá Danmark.
Eitt serstakt við Nils er, at hann hevur verið A-landsliðsvenjari hjá tveimum londum. Nils stóð á odda fyri danska kvinnulandsliðnum frá 2013 til 2018, har størsta bragdið helst var at koma í EM finaluna í 2017. Eftir eitt stutt skifti sum U-landsliðsvenjari í Kina, bleiv Nils A-landsliðsvenjari hjá kvinnunum úr Sveis, har hann var frá 2018 og næstu fýra árini, til 2022.
Umframt at hava verið venjari, hevur Nils Nielsen eisini verið venjarainstruktør hjá DBU seinastu 20 árini, umframt at hann seinastu tíggju árini eisini hevur havt uppgávur fyri UEFA og FIFA, við størstum denti á at menna kvinnufótbóltin kring heimin.
Sostatt er talan um ein royndan venjara og fakpersón við sera fjølbroyttum royndum frá ymsum altjóða umhvørvum.
Høvuðsevnini á skeiðnum eru
– Leiðsla
– Taktisk venjing
– Manchester City game model
Upptøkutreytir
Impulsskeiðið er ætlað venjarum við UEFA A og B venjaraprógvi.
Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum er 800 krónur.
Tilmelding
Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo ella á atgongumerki.fo.
Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og telefonnummari.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 2. september 2024.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til tekniska stjóran hjá FSF, Pætur Smith Clementsen, tel. 29 19 64 ella [email protected].