Fríggjadagin 2. februar 2024 skipar FSF fyri impulsskeiði við mentalvenjaranum, Igor Ardoris. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á FSF.fo

——————

Igor Ardoris er útbúgvin innan námsfrøði og hevur virkað sum ítróttarsálarligur ráðgevi og mentalvenjari í mong ár. Igor hevur fjølbroyttar royndir, og er eisini stovnari av “Budo Mental Training”, sum er mentalvenjing við fokus á handfaring av truplum støðum.

Igor Ardoris hevur arbeitt nógv við úrvalsítróttarfólki, og harafturat hevur hann síðani 2007 verið við í útbúgving av lærarum, umframt at hann eisini hevur arbeitt við fólki innan eitt nú sjúkraflutningstænastuna, løgreglu, sløkkilið og øðrum, har tað er neyðugt at megna at halda javnvágina í kroystum støðum. Seinastu fýra árini hevur Igor Ardoris verið mentalvenjari hjá føroyska A-landsliðnum við monnum.

Upptøkutreytir
Impulsskeiðið er ætlað venjarum við A- og B-prógvi. Venjarar, sum luttaka á A-venjaraskeiðnum í ár luttaka eisini á skeiðnum.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri luttøku á impulsskeiðnum við Igori Ardoris er 800 krónur.

Tilmelding
Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og tlf.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 22. januar 2024 klokkan 23:00.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Pætur Smith Clementsen, tekniskan stjóra, [email protected] ella á tlf. 291964.