Í næstum skipar FSF fyri skeiðum har dentur verður lagdur á sjálvboðin í feløgum. Skeiðið verður skipað yvir fimm verkstovur, sum vera í apríl, mai, juni og í september
——————
ÍSF gjørdi í 2009 eina kanning, ið vísti, at sjálvbodnir venjarar og leiðarar í føroysku ítróttarfeløgunum brúka tilsamans 449.682 tímar um árið. Hetta svarar til 265 ársverk, og um roknað verður við, at venjarar, liðleiðarar, formenn/kvinnur og nevndarlimir í føroysku ítróttarfeløgunum skuldu fingið 120 krónur um tíman fyri arbeiðið, hevði teirra innsatsur kostað knappar 54 milliónur krónur.
Hetta vísir greitt, at føroyskur ítróttur byggir á sjálvboðið arbeiði. Og at hetta er grundsteinurin og ”bulurin” undir øllum ítróttavirkseminum í Føroyum.
Samstundis undirstrikar hetta eisini, at tørvur er á nógvari orku fyri at halda fótbóltinum í gongd, og at tað er tørvur á stórari sjálvbodnari arbeiðsorku fyri at skapa teir karmarnar, ið eru rundan um fótbóltin í Føroyum. Harafturat hoyrist javnan, at fleiri feløg halda tað gerast torførari at fáa sjálvboðin at átaka sær uppgávur í feløgunum.
Fleiri og longur
Vit ynskja at geva feløgunum íblástur til, hvussu man kann styrkja sjálvbodna arbeiðið úti í feløgunum. Hetta verður gjørt við nøkrum verkstovum, har arbeitt verður við, hvussu vit fáa fleiri sjálvboðin, og hvussu vit fáa tey sjálvboðnu at støðast í felagnum.
Verkstovurnar verða skipaðar saman við Ingerfair (https://ingerfair.dk/), ið er ein donsk fyritøka, sum arbeiðir við at styrkja og menna sjálvbodna arbeiði. Ingerfair var eisini partur av fótbótlsleiðsluskeiðnum, ið varð hildið í 2021.
Evni
Verkstovurnar eru skipaðar yvir eitt hálvt ár, har arbeitt verður við ítøkiligum tilfari til, hvussu mann í hvørjum einstøkum felagi kann skapa enn betur umstøður til tey sjálvbodnu.
Tey evni, ið vit millum annað koma at arbeiða við, eru:
Sjálvboðin í 2023
• Hví bjóða fólk seg fram sum sjálvboðin?
• Hvørji sløg av sjálvbodnum eru?
• Hvussu tryggja vit eitt gott umhvørvi fyri tey sjálvbodnu?
• Hvussu ynskja vit, at okkara felag skal vera?
Hvussu fáa vit fleiri sjálvboðin?
• Hvat gera vit í dag fyri at fáa fleiri sjálvboðin?
• Hvat kunna vit gera øðrvísi fyri at fáa fleiri sjálvboðin?
• Hvussu tryggja vit, at tey, sum eru sjálvboðin í okkara felag, trívast?
• Hvørjar uppgávur mangla vit sjálvboðin til?
Leiðsla av sjálvbodnum
• Hvat er leiðsla, og hvat er ikki leiðsla?
• Er tað øðrvísi at vera leiðari hjá sjálvbodnum?
• Hvussu er tín leiðslustílur
Hvussu varðveita vit tey sjálvbodnu í okkara felag?
• Trivnaður og arbeiðsgleði
• Hvussu taka vit væl ímóti teimum sjálvbodnu?
• Hvussu vera tey sjálvbodnu inndrigin í avgerðir hjá felagnum?
• Hvussu viðurkenna vit tey sjálvbodnu í okkara felag?
• Kunna vit gera nakað øðrvísi fyri at viðurkenna tey sjálvbodnu í okkara felag?
Skrá
Skeiðið um sjálvboðin verður skipað yvir fimm verkstovur í 2023, har tvær eru online, og tríggjar verða hildnar á Tórsvølli.
Dato | Klokkan | Staður |
11. apríl | 19:00 – 20:00 | Online |
29. apríl | 09:00 – 15:00 | Tórsvøllur |
23. mai | 19:00 – 21:00 | Online |
20. juni | 16:00 – 19:15 | Tórsvøllur |
5. sept. | 17:00 – 21:00 | Tórsvøllur |
Aftaná verkstovuna tann 20. juni verður farið til landsdyst á Tórsvølli millum Føroyar og Albania.
Í februar 2024 koma vit at hava eina samanumtøku við hvørt einstakt felag, har vit hyggja eftir, um tiltøkini hava havt nakra ávirkan, og hvussu arbeiðast skal víðari við hesum.
Prísur og tilmelding
Kostnaðurin pr. luttakara er kr. 795,00.
Hetta er íroknað mat til skeiðini og atgongumerki til Føroyar – Albania tann 20. juni.
Fyri at tit skula fáa sum mest burtur úr skeiðnum er best, um tvey ella fleiri umboð luttaka fyri tykkara felag.
Freistin at melda til er mikudagin 1. mars 2023.
Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/8FSQaSLNgJ.