FSF og Parasport Føroyar skrivaðu í 2019 undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring alt landið

——————

Ein nátturligur partur av hesum er tí eisini at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið.

Fótbóltur savnar hvørt vikuskiftið nógvar føroyingar og tí er týdningarmikið, at fólk, ið bera brek hava somu møguleikar at taka lut í hesum tiltøkum.

Í fjør hevði Fótbóltssamband Føroya vitjan av altjóða felagsskapinum CAFE (Centre for access to football in Europe), ið arbeiður við at varpa ljós á og betra um atkomuviðurskiftini á leikvøllum í øllum Evropa.

Sum partur av hesari vitjan, varð avtalað at fara undir at gera eina kanning um, hvussu atkomuviðurskiftini eru við leikvallirnar í Føroyum.

CAFE hevur gjørt líknandi kanningar saman við UEFA og øðrum fótbóltssambondum í Evropa, og tí verður nú fari undir at gera hesa kannning í Føroyum, ið hevur til endamáls at varpa ljós á kringumstøðurnar, og síðan at vita, hvør tørvur er á at betra um hesar umstøður

MEGD setti í fjør fokus á atkomuligar matstovur í Føroyum, og tí metir FSF tað vera upplagt, at nú verður varpað ljós á atkomumøguleikarnar við fótbóltsvallirnar kring landið.

Møguleikin at svara spurnaskjalinum er H E R