Fríggjadagin varð skipað fyri móttøku í FSF-húsinum, í samband við at Lars Olsen gevst sum føroyskur landsliðsliðvenjari

Spælarar, hjálparfólk, sponsorar, fjølmiðlar og onnur, ið hava arbeitt saman við nú fyrrverandi føroyska A-landsliðsvenjaranum hjá monnum, Lars Olsen, nýttu høvið at heilsa upp á, tá FSF fríggjadagin skipaði fyri almennari móttøku, í samband við at Lars Olsen nú gevst sum føroyskur landsliðsvenjari.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya bjóðaði vælkomin, og síðani fekk FSF-forsetin, Christian F. Andreasen orðið. Forsetin takkaði fryntliga dananum fyri sera gott samstarv hesi árini, Lars Olsen hevur havt ábyrgdina av føroyska landsliðnum, og greiddi eisini eitt sindur frá gongdini, tá FSF í november í 2011 skuldi seta nýggjan landsliðsvenjara.

Lars Olsen segði eisini nøkur orð, har hann millum annað takkaði fyri átta fantastisk ár. Og tað er einki at ivast í, at fyri hann hevur tíðin saman við føroyingum og Føroyum verið mennandi, lærurík og spennandi. Eisini Atli Gregersen tók orðið, og í stuttum leiddi hann fjøldina ígjøgnum eina góða tíð í føroyskum landsliðsfótbólti.

Nú Lars Olsen er givin sum venjari hjá A-landsliðnum við monnum siga hagtølini, at hann – í tættari kapping við Allan Simonsen – stendur eftir sum tann venjarin, ið hevur fingið best úrslit við føroyska landsliðnum.