Seinastu dagarnar hava 14 høvuðsungdómsvenjarar saman við umboðum fyri FSF verið á námsferð í Danmark. Vitjað varð í FC Nordsjælland, Lyngby BK og HB Køge, og hjá danska hockey-sambandinum
——————
– Sum heild var talan um ein væleydnaðan túr, sum vónandi fer at leggja lunnar undir eitt gott og gevandi samstarv millum høvuðsungdómsvenjararnar og FSF, har menning av føroyskum fótbólti í breiðari merking verður sett á breddan.
– Slíkir túrar eru umráðandi sum fakligur íblástur, men vit skulu ikki undirmeta týdningin av smáprátinum, sum er millum luttakararnar tílíkar dagar. Tann parturin er minst líka stór læring, tá upplivilsir skulu sodna og vendast við samstarvsfeløgunum, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Í døgunum 6. til 10. mars vóru 14 høvuðsungdómsvenjarar saman við venjarum og umboðum fyri FSF á námsferð í Keypmannahavn. Endamálið við ferðini var at fáa vitan um, hvussu arbeitt verður aðrastaðni, samanborið við okkara egnu viðurskifti, og sum heild at víðka sjónarringin.
Harafturat var hetta eisini eitt gott høvið hjá høvuðsungdómsvenjarunum at práta um fótbóltsviðurskifti, at kjakast um tað, ið tey uppliva dagliga, og sum heild at lata seg hugkveikja av hvørjum øðrum. Vitjað var í FC Nordsjælland, Lyngby BK og HB Køge, umframt at luttakararnir fingu eina framløga frá Dansk Hockey Union, sum var eitt øðrvísi innslag til íblástur.
– Vit fingu nakrar spennandi dagar, við einari rúgvismiklari skrá, men eisini vóru løtur til gott og uppbyggjandi kjak. So nú gleða vit okkum til komandi kappingarár, við nøkrum væl uppløgdum høvuðsungdómsvenjarum, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Myndir: www.FSF.fo