Við sannførandi 5-1 sigri til HB á NSÍ, samstundis sum B36 og ÍVB taptu sínar dystir, er nú rættuliga hørð kapping um silvurkrónurnar í fremstu deildini hjá kvinnum


Fult umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt hóskvøldið. Tveir dystir vóru í Havn – á Ovara vølli spældu B36 og EBS/Skála, og á Tórsvølli dystaðust HB og NSÍ. Triðji dysturin var við Djúpumýru í Klaksvík, har KÍ hevði vitjan av ÍVB.

Á Ovara vølli sá leingi út til, at liðini fóru at fáa hvør sítt stig, og at úrslitið fór at gerast málleysur javnleikur. Men stutt fyri leiklok skoraði Rakul Magnussen fyri gestirnar, og hetta gjørdist eisini einasta málið í dystinum.

EBS/Skála vann 1-0, og hevur nú vunnið seg upp á 10 stig, og nærkast so smátt teimum fýra liðunum, ið kappast um silvur- og bronsukrónurnar.

Á Tórsvølli lat HB ongan iva verða um, hvønn veg sigurin skuldi fara. Úrslitið gjørdist 5-1 til tær reyð-svørtu, eftir 3-1 leiðslu í steðginum. Ása Stórá Carlsen gjørdi tvey mál fyri HB, meðan Julia Naomi Mortensen, Kára Djurhuus og Rúna Jacobsen skoraðu hvør sítt. Einsamalla málið hjá NSÍ gjørdi Heidi Sevdal.

Klaksvíkskvinnur hava longu tryggjað sær FM-heitið 2020, og hóskvøldið tryggjaðu tær sær 15. sigurin av 16 møguligum í hesum kappingarárinum. Felagsliðið hjá ÍF, Víking og B68 var á vitjan við Djúpumýru í Klaksvík, og har blivu eysturoyingarnir sendir yvir um fjørðin aftur við einum 1-4 tapi í viðførinum.

Við málum frá Tóru Mohr og einum sjálvmáli, kom KÍ á odda við tveimum, áðrenn Hanna Isaksen Højgaard tíggju minuttir fyri steðgin minkað til 2-1. Klaksvíkskvinnur høvdu leikliga yvirvág, og tá eitt gott korter var eftir at spæla, økti Durita Hummeland um leiðsluna, og í yvirtíðini slerdi toppskjúttin í Betri Deildini hjá kvinnum, Evy á Lakjuni 4-1 sigurin rimmar fastan.

Vegna landsliðsvirksemi verður steðgur í kappingini til sunnudagin 27. september. Tá møtast liðini soleiðis: HB – KÍ, ÍVB – B36 og EBS/Skála – NSÍ.

Fríggjadagin 18. september spælir kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Norðurírlandi, og týsdagin 22. september kemur Hvítarussland á vitjan.

Myndir
KÍ – ÍVB: Jógvan Óli Kristiansen
B36 – EBS/Skála og HB – NSÍ: Olena Goffe