Norðurlendsku fótbóltssambondini ynskja í felag at verða vertir fyri HM kapping í 2027. Fyrsti partur av verkætlanini skal staðfesta, hvørjir býir og leikvallir kunnu verða vertir fyri kappingini

Í meira enn eitt ár hava tey norðurlendsku fótbóltssambondini kanna møguleikan at bjóða seg fram at hýsa eini altjóða fótbóltsendakapping. Nú byrja ítøkiligu fyrireikingarnar til verkætlanina Visjón 2027, har Norðurlond í felag bjóða seg at hýsa HM kappingina fyri kvinnur í 2027.

 

Málsetningurin at fáa eina stóra altjóða kapping til Norðurlond bleiv staðfestur á fundi millum fótbóltssambondini í seinastu viku. Arbeiðsbólkurin, sum er settur til verkætlanina, fer nú víðari at arbeiða fyri, at londini kunnu gerast vertir fyri HM kappingini hjá kvinnum í 2027.

 

FIFA er jaligt mótvegis hugsanini, at fleiri lond saman eru vertir fyri teirra kappingum. Hetta gevur norðurlendsku fótbóltssambondunum grundarlag at arbeiða víðari við málsetninginum um at skipa fyri eini endakapping í Norðurlondum.

 

Greiða skal nú fáast á, hvørjir av norðurlendsku leikvallunum lúka treytirnar hjá FIFA til HM fyri kvinnur. Umframt sjálvar dystirnar er hópur av øðrum tiltøkum knýtt at eini slíkari HM kapping, og tí er sannlíkt, at øll seks Norðurlond verða virkin partur av verkætlanini.

 

– At hýsa eina av stóru endakappingunum hevur leingi verið eitt ynski millum norðurlendsku fótbólssambondini. Vit ynskja at geva áskoðarunum møguleikan at síggja heimsins bestu lið á vøllinum í teirra nærumhvørvi. Kvinnufótbóltur hevur havt fremstu raðfesting hjá okkum seinastu árini, og tí er eisini nattúrligt, at tað verður HM kappingin fyri kvinnur, roynt verður eftir, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Undanverkætlanin at kanna møguleikarnar at hýsa HM fyri kvinnur í 2027 hevur fingið navnið “Visjón 2027”. Fyrsti partur av verkætlanini skal staðfesta, hvørjir býir og leikvallir kunnu verða vertir fyri kappingini.