Fríggjadagin vóru umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini á fundi í Keypmannahavn. Har bleiv millum annað semja gjørd um, at Norðurlond eru ímóti at spæla HM annaðhvørt ár, sum FIFA annars ynskir
——————
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um, at leisturin viðvíkjandi HM-endaspølunum hjá kvinnum og monnum skal umskipast, so tað framyvir verður spælt um heimsmeistaraheitið annaðhvørt ár.
Hetta evni bleiv eisini umrøtt á fundi millum norðurlendsku fótbóltssambondini, sum var í Keypmannahavn farna fríggjadag.
Í einum felags skrivi frá norðurlendsku fótbóltssambondunum verður sligið fast, at Norðurlond eru ímóti hesari ætlan.
Víst verður millum annað á, at…
– Tað vera fleiri dystir til landsliðsspælarar, ið frammanundan eru undir stórum trýsti
– Hetta fer at hava kollveltandi fíggjarligar avleiðingar, umframt víðfevndar fylgjur fyri verandi skipan av dystum
– Tað verður oyðileggjandi fyri eina kapping, í hesum føri EM fyri menn og kvinnur, ið frammanundan virka væl
– Vit kunnu ikki vænta, at feløg vilja leysgeva spælarar til bæði EM- og HM-undankappingardystir
Norðurlendsku fótbóltssambondini arbeiða fyri einari sunnari menning av fótbólti fyri áhugaleikarar, yrkisleikarar, kvinnur og menn – bæði í okkara londum og kring allan heimin.
Tó so, ætlaðu broytingarnar, ið eru í uppskoti fyri HM hava álvarsligar fylgjur fyri fótbóltsfelagsskapin. Tílíkar broytingar eiga at gerast í samráð við viðkomandi áhugabólkar, og ikki skundaðar ígjøgnum.
Norðurlendsku fótbóltssambondini fara at arbeiða fyri stuðlandi broytingum, ið kunnu menna fótbóltin í øðrum londum, men hetta eigur ikki at ganga út yvir menningina av fótbóltinum í Evropa.
Um ein meiriluti í FIFA ger av, at HM skal vera annaðhvørt ár, mugu norðurlendsku fótbóltssambondini umhugsa tiltøk og mannagongdir, sum eru nærri okkara grundleggjandi virðum, í mun til uppskotið, at spæla HM annaðhvørt ár, stendur fyri.